Hvørji eru vit?

Vit eru eitt bunti av nátturu- og ævintýraáhugaðum, sum brenna fyri at skipa fyri stuttligum og mennandi upplivingum.

Hetta eru vit.

Rói Agnarsson

Jóni Brandsson Christiansen

Øssur Debes Eiriksfoss

Guðmundur Joensen

Outdoor Faroe Islands.

Outdoor varð stovnað í 2017 við tí endamáli at bjóða fram spennandi tiltøk og upplivingar til ymsar málbólkar í Føroyum. Vit skipa fyri bæði størri og smærri tiltøkum so sum: starvsfólkaútferðum, polterabend, nevndarfundum. Vit í Outdoor vilja skapa umstøður fyri allar føroyingar, sum ynskja at uppliva teirra vøkru náttúru á ein øðrvísi hátt. So kom við og lat okkum geva tykkum eina uppliving fyri lívið.

Vit í Outdoor eru eitt serstakt toymi við drúgvum royndum innan ítrótt í náttúruni, t.d. klintring, síging, rapelling, zip-lining og kayakrógving. Vit hava viðkomandi prógv, t.d. eru vit altjóða IPP-sertifiseraðir kajakkinstruktørar og UIAA-sertifiseraðir klintriinstruktørar. Hetta merkir, at tú er altíð í góðum hondum hjá okkum, tí vit vita júst hvat vit gera, og tað er okkara hægst ræðfesting at trygdin til altíð er í hásæti.

Samstundis, sum vit ynskja, at okkara kundar skulu kenna seg tryggar og í góðum hondum, vilja vit tryggja, at okkara kundar hava eina góða, stuttliga og mennandi uppliving. Vit stremba eftir at møta tykkum júst har tit eru, og tillaga okkara tiltøk eftir tykkara ynski,

Tey trý týdningarmestu virðini, sum vit byggja okkara fyritøku á, eru: trygd, umhvørvið og stuttleiki.

Umhvørvi og haldføri

Virksemið okkara tekur støðið í náttúruni, og tí er tað okkara hægsta uppgáva og ynski, at vit vísa henni virðing í øllum tí, sum vit gera.

Trygd

Vit arbeiða uppi í hæddinum og á sjónum, og tískil er trygd lyklaorð okkara. Trygdin er okkara hægsta raðfesting, og vit taka øll neyðug atlit.

Hugni og stuttleiki

Vit halda, at fortreytin fyri menning, er trivnaður og stuttleiki. Tí leggja vit altíð dent á, at okkara tiltøk eru hugnalig og herlig, soleiðis at tú kanst stuttleika tær og njóta løtuna.

Vit síggjast!

Vit síggjast!